Beinleiðis til Belfast við 62°N

Belfast er ein tann mest vælumtókti býurin í Írlandi. Ein serstakliga vakur, sjarmerandi og søguligur býur, har tey lokalu møta tær við einum smíli. Býurin er lívligur og pakkaður við upplivingum, ríkari mentan, góðum matstovum og søguligum støðum.

Vitja heimskenda nútíðar savnið, Belfast Titanic, har Titanic bleiv teknað, bygt og sjósett. Titanic Belfast fortelur søguna um Titanic, um ferðina og um lagnuna.

Onnur hugtakandi støð at vitja eru tað gamla fongslið, Crumlin Road Gaol, elsta marknaði í Belfast St. George´s Market, fína býarpartin, Cathedral Quarter, har matstovur og barrir liggja síð um síð, og tónleikurin rungar í hugnaligu gøtunum.

Íroknað:

  • Ferðaseðlar beinleiðis til Belfast t/r
  • Øll ferðaavgjøld
  • Bussur frá flogvølli til hotel t/r
  • Gisting í 3 nætur á 4* hotelli
  • Morgunmatur
 

Information om arrangementet

Dato og tid Torsdag d. 20. april 2023 kl. 17:45 til søndag d. 23. april 2023 kl. 21:00

Tilmeldingsfrist Tirsdag d. 4. april 2023 kl. 12:00

Sted Belfast

Hop til start tilmelding