Belfast er ein tann mest vælumtókti býurin í Írlandi. Ein serstakliga vakur, sjarmerandi og søguligur býur, har tey lokalu møta tær við einum smíli. Býurin er lívligur og pakkaður við upplivingum, ríkari mentan, góðum matstovum og søguligum støðum.

Vitja heimskenda nútíðar savnið, Belfast Titanic, har Titanic bleiv teknað, bygt og sjósett. Titanic Belfast fortelur søguna um Titanic, um ferðina og um lagnuna.

Onnur hugtakandi støð at vitja eru tað gamla fongslið, Crumlin Road Gaol, elsta marknaði í Belfast St. George´s Market, fína býarpartin, Cathedral Quarter, har matstovur og barrir liggja síð um síð, og tónleikurin rungar í hugnaligu gøtunum.

Íroknað: